Søren Andersen, generalmajor og stjóri fyri Arktisk Kommando, var í gjár á vitjan hjá Heðini Mortensen, borgastjóra.
Ørindini vóru at heilsa uppá borgarstjóran og at kunna um virksemið hjá Arktisk Kommando í Føroyum, í Grønlandi og saman við NATO í Norðuratlantshavi. Bakstøðið fyri hesum var sjálvandi eisini støðan við kríggi í Evropa og hóttanin frá Russlandi. Virksemið hjá Arktisk Kommando røkkur víða bæði á landi og sjógvi.
Arktisk Kommando ynskir eisini samstarv við kommununa um Veteranernes flagdag, sum er á hvørjum ári 5. september. Hesin flaggdagur er við til at sýna virðing og viðurkenning til teir hermenn, sum Danmark sendir út í tænastu, og til minnis um tey, sum fallin eru.
Borgarstjórin tók væl ímóti ynskinum, og í næstum verður neyvari avtalað, hvussu hetta verður gjørt í Havn.
Á myndini eru Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og Søren Andersen, generalmajorur og stjóri fyri Arktisk Kommando.