Danska løgreglan hevur í morgun handtikið fleiri persónar fyri mistanka um at fyrireika yvirgangsatsókn í Danmark.
DR veit at siga, at Østjyllands Politi og Fyns Politi hava váttað, at løgreglan hevur framt aktiónir í vestara parti av Aarhus og í Odense; tó uttan nærri frágreiðing.
Danski forsætisráðharrin Mette Frederiksen hevur sagt um málið, at “det er så alvorligt, som det kan blive.”.
Kl. 12 føroyska tíð verður tíðindafundur við PET og Københavns Politi um anti-terror aktiónirnar kring landið.