Í gjár bórust boðini, at Anfinn Kallsberg fyrrverandi løgmaður er deyður. Hann var føddur 19. november 1947 og tí 76 ára gamal, nú tað vóru boð eftir honum.
Í meiri enn 30 ár var Anfinn Kallsberg við at seta dám á føroyskan politikk. Hann var føddur og vaks upp á Stongunum í Klaksvík. Foreldrini vóru Katrina og Gunnar Kallsberg. Eftir skrivstovuútbúgving hjá Kjølbro, búsettist hann á Viðareiði. Konan var Berghild fødd Matras á Brekkumørk á Viðareiði. Tey eiga trý børn.
Anfinn hevði bókhaldsvirki og var uppi í vinnulívinum á Viðareiði og í Hvannasunds kommunu. Eftir kommunuvalið í 1974 og fram til 1980 var hann borgarstjóri í Viðareiðis kommunu.
Á løgtingsvalinum í 1980 vann hann sessin, ið Hákun Djurhuus hevði røkt í mong ár sum umboð fyri fólkaflokkin í Norðoya valdømi. Tað eru bara teir báðir – Hákun Djurhuus og Anfinn Kallsberg – sum hava verið løgtingsmenn, løgtingsformenn, landsstýrismenn, løgmenn og fólkatingsmenn.
Anfinn Kallsberg var gávuríkur, gløggur og hóvligur politikari. Hann vann skjótt álit í fólkaflokkinum og í tinginum og var landsstýrismaður í fleiri umførum.
Eftir løgtingsvalið í 1998 varð hann løgmaður í fullveldissamgonguni og oddamaður, tá ið landsstýrið samráddist við Poul Nyrup Rasmussen og donsku stjórnina um, hvussu tingini skuldu leggjast til rættis fram ímóti føroyskum fullveldi.
Tað eydnaðist ikki at fáa semju við danir um hetta. Á løgtingsvalinum í 2002 misti samgongan meirilutan. Tá varð miðflokkurin partur av samgonguni saman við fólkaflokkinum, tjóðveldisflokkinum og sjálvstýrisflokkinum. Undan jólum í 2003 skrædnaði samgongan. Anfinn Kallsberg metti ikki, at støðan var búgvin til, at føroyingar á fólkaatkvøðu skuldu taka støðu til spurning, sum kundi føra við sær, at meiriluti fór at verða fyri staðfesting av, at Føroyar vóru partur av danska ríkinum.
Í 2007 legði Anfinn frá sær sum formaður í fólkaflokkinum. Síðstu árini í løgtinginum var hann hátt virdur formaður í fíggjarnevndini. Undan løgtingsvalinum í 2011 bar hann seg undan at vera á listanum.
Síðstu arbeiðsárini nýtti hann í vinnu saman við synunum.
/Rás 2