Evropeiska Seagriculture ráðstevnan fer at kunna um marknaðarrák og avbjóðingar, sum eru viðkomandi fyri menningina av taravinnu í vesturheiminum.
Í komandi viku verður Føroyar karmur um eina av fremstu altjóða ráðstevnunum innan taravinnu. Talan er um Seagriculture EU 2024, sum verður í døgunum 18. til 20. juni. Undir evninum “Bridging Continents” verður farið um landamørk fyri at savna áhugapartar at viðgera hesa vinnu, sum í vesturheiminum er nýgjj í mun til aling av tara. Umleið 200 luttakarar hava teknað til, og teir koma úr ymsum londum, serliga úr Evropa og Amerika.
Tiltakið byrjar týsdagin 18. juni, tá ið ráðstevnuluttakarar fara at vitja virksemið hjá Ocean Rainforest í Kaldbak, í Funningsfirði og á Gøtuvík.
“Vit eru fegin um at kunna vísa ráðstevnugestum okkara royndir og virksemi við at menna taravinnu í Føroyum – bæði á sjónum og á landi” sigur Ólavur Gregersen, stjóri í Ocean Rainforest, í tíðindaskrivi um tiltakið.
“Um tú arbeiðir við tara, so er Seagriculture ein av árligu ráðstevnunum, sum altíð eru hugtakandi. Har eru nógvar og fjølbroyttar framløgur, og harumframt er tað ein framúrskarandi netverksmøguleiki, tí tað er eitt savningartiltak fyri keyparar, granskarar, myndugleikar og íleggjarar innan taraídnað” leggur hann afturat.
Sjálv ráðstevnan verður í Norðurlandahúsinum og byrjar mikudagin tann 19. juni við framløgum, pallborðskjakum, og tiltakinum “Seaweed Elevator Pitches,” sum gevur innlit í stigtakan og framtíðarútlit í ídnaðinum. Skráin inniheldur eina røð av altjóða fyrilestrahaldarum, sum fara at leggja fram vitan og royndir, sum á ymsan hátt leggja upp til samrøður og kjak millum ráðstevnuluttakararnar
Høgni Hoydal, landstýrismaður í uttanríkismálum og m.a. alivinnu, fer at seta ráðstevnuna. Millum røðararnar eru Charlina Vitcheva, stjóri fyri DG MARE, og Vincent Doumeizel, høvuðsráðgevi hjá Sameindu Tjóða Global Compact. Harumframt verða framløgur frá framsøknum fyritøkum innan taraídnaðin, so sum FermentationExperts, Cargill og Future Feed.
Ráðstevnan hevur eisini eina framsýning í Norðurlandahúsinum, har fyritøkur og granskarar innan taraídnaðin sýna fram úrslit, vørur og tænastur.
Til ber at kunna seg um ráðstevnuna á www.seagriculture.eu
Seagriculture EU 202418-20 June 2024, Tórshavn, Faroe Islands. The conference program combines exclusive site visit and plenary sessions with interactive poster presentations, networking lunches and the trade show.www.seagriculture.eu |
—–
Spurningar um omanfyristandandi kunnu setast undirritaða á tel. 233080.
Vinarliga heilsan
Ólavur Gregersen
stjóri
Chief Executive Officer (CEO)