Heilsufrøðiliga starvsstovan skrivar, at Nestlé A/S afturkallar eftirgjørdu móðurmjólkina NAN EXPERTPRO HA, tí vandi er fyri, at Cronobacter sakazakii er í einari av rávørunum, sum eftirgjørda móðurmjólkin er gjørd av.
Um tú hevur vøruna, eigur tú at beina hana burtur ella lata hana inn aftur, haðani hon er keypt.
Talan er um “NAN EXPERTPRO HA1 Modermælkserstatning” við batchnummar 33120742C2 og best fyri dagfestingini november í 2025.
Heilsufrøðiliga starvstovan skrivar víðari, at Cronobacter sakazakii elvir vanliga ikki til alvorliga sjúku hjá røskum børnum/fólkum. Eingi greið sjúkueyðkenni eru, men er misstrivnaður – hjá serliga heilt smáum børnum – eigur ein at seta seg í samband við lækna.