Jón Magnus hevur málað frá ungum árum og hevur havt nógvar framsýningar ymsastaðni, m.a. á listaskúla í Danmark í 2003.

Hendan framsýningin er gjørd í sambandi við, at hann hevur lagt síðstu hond á ein stóran veggjarmálning á eina galvin í Matstovuni í FK í Hoyvík.

Við í framsýningini eru uml. 15 málningar, sum kunnu síggjast við uppgongdina til Matstovuna og inni í Matstovuni.

Verkini vísa serstøku litsamansetingina hjá listamanninum, umframt fjálg myndevni úr Havnini og aðrastaðni í Føroyum. Í Matstovuni ber til at uppliva stóra, vakra galvmálningin, ið skapar eitt visuelt og listarligt umhvørvi fyri tey vitjandi.

Framsýningin er opin í vanligu upplatingartíðunum hjá handlinum.

Ynskir tú at keypa ein málning, kanst tú venda tær til listamannin á tel. 222876.

Adressa: Føroya Keypssamtøka – Brekkutún 9, 188 Hoyvík