Limagjøld og stuðulsupphæddir kunnu nú flytast inn á kontu: 9865-3372086 hjá áhugafelagnum Føroyingar fyri friði. Árliga limagjaldið fyri einstaklingar er kr. 100,- og kr. 200,- fyri felagsskapir, feløg, stovnar og kommunur. Viðmerk flytingina “limagjald” ella “stuðul”.

Síðani stovnanina 5. oktober í ár er áhugafelagið Føroyingar fyri friði skrásett hjá TAKS við v-tali og hevur fingið peningastovnskontu.

Tað krevst eitt sindur av fígging til virksemið í friðarrørsluni, sum tekur støði í og arbeiðir við

– friðarhugsjónini (pasifismu) fyri at fyribyrgja kríggi og harðskapi

av einum og hvørjum slag,

– at myndugleikar og politiska skipanin framhaldandi verður

kunnað um týdningin at skapa frið millum fólk, fólkasløg og

heimsins lond,

– at vekja almannahugsanina um týdningin at virka fyri friði og

vápnaavdubbing og í hesum sambandi skipa fyri regluligum

almennum tiltøkum um alt landið,

– at bera vitanina um virksemið hjá Føroyingum fyri friði til

skúlaverkið og lærustovnar,

– at samstarva við friðarrørslur uttanlands.

Arbeiði í friðarrørslu er áhaldandi og hevur týdning bæði í dag og í komandi tíðum – í Føroyum og úti í heimi.

Øll eru vælkomin at gerast limir í friðarrørsluni. Vónandi verður undirtøkan góð.

Vegna nevndina í áhugafelagnum Føroyingar fyri friði

Henrik Weihe Joensen, forfólk