Nýggjur jólasangur

Fríggjadagin 13.12 gav Heine Lützen ein jólasang út. “Á kom, á kom Immanuel” er upprunaliga

latínskur, frá ár 8-900, men er vælkendur í bretska heiminum sum adventssálmurin “O come, o

come Emmanuel.

Hendan føroyska útgávan er innspæld í studio hjá Hans Poulsen í Runavík. Hans hevur lagt til

rættis, og spælir øll ljóðføri. Heine syngur fyri, og í kórinum er Malan Lützen, Laila Carlsen, Linda

Mikkelsen og Jónsvein Heinesen.

Teksturin lýsir Frelsaran við ymiskum heitum: Immanuel, av Ísais rót, Morgunstjørnan,

Friðarhøvdingi, og hvussu Hann soleiðis kemur til fólk Sítt.

Sangurin er at finna á vanligu stroymingartænastunum.