Føroya Rættur dømdi mannin 1 árs treytaleysa fongsulsrevsing fyri at smugla kokain og hash til Føroya

Maðurin, sum hevur sitið í varðhaldi síðani fyrst í september í ár, var í Føroya Rætti í dag dømdur fyri at hava smuglað uml. 86 gramm av kokaini og uml. 50 gramm av hashi.

Maðurin, sum er føroyingur, játtaði seg sekan, og málið var tí framt sum eitt játtanarmál.

Maðurin tók við dóminum. Hann skal sita revsingina beinanvegin.