EYSTANSTEVNA Í GULU SMIÐJU

Í sambandi við Eystanstevnu verða fleiri almennar konsertir á skránni í Gulu smiðju.

Tað byrjar hóskvøldið 4. juli kl. 20 við elektroniskum improviserandi jazzi við bólkinum Tjant, sum er mannaður av kendu tónleikarunum Heðin Ziska Daviden, Mikael Blak og Per Ingvaldi Højgaard Petersen. Teir siga, at Tjant er tónleikaliga vegamótið millum tær ymisku tónleikaverkætlanirnar, limirnir í bólkinum eru í, um tað mundið, konsertin verður hildin. Fyri tíðina er tað elektroniskt og improviserað við tøkni í fleiri løgum. Konsertin er partur av Summartónum og kostar 100 kr – tó sleppa ung undir 18 inn ókeypis.

Fríggjakvøldið 5. juli vitjar spildurnýggja hip hop kollektivið ”Ókendir,” sum ikki munnu vera so heilt ókendir longur. Teir gjørdu stórt inntrykk á Sement herfyri, og onkrir av limunum hava longu gjørt vart við seg í øðrum høpi – tað gera vit okkum eisini dælt av – Nönne kemur at byrja konsertina við einum stuttum solosetti, og Marius DC kemur at enda kvøldið við sínum eyðkenda stíli! Konsertin kostar 150, men er eisini ókeypis fyri tey undir 18 ár. Børn yngri enn 13 skulu kortini vera saman við onkrum vaksnum.

Leygarkvøldið 6. juli eru tað Joe and the Shitboys, sum koma at rista í áhoyraran. Teir hava fyrr vitjað í Gulu smiðju, og tað var rættiliga garvilt, hóast tað var ein vanligan seinnapart, so vit vænta okkum nógv av, hvat teir kunnu fáa av skafti eitt leygarkvøld. Henda konsertin er eisini partur av Summartónum og kostar 100 kr. Eisini her skulu børn undir 13 vera saman við einum vaksnum, og konsertin er annars ókeypis fyri tey undir 18.

Tiltøkini í Gulu smiðju eru rús- og roykfrí!

Tað verður annars opið í smiðjuni sum vant eftir konsertirnar. Gula smiðja er eisini opin ein part av summarfrítiðini, og har eru ymsar verkstovur til tey 13-18ára gomlu í boði; verkstova í gøtufimleiki/tricking/parkour við Ámundi Berthelsen verður 8. juli, og 9. juli og 17. juli eru dansiverkstovur við Dianu Hansen. Væntandi kemur okkurt aftrat eisini. Smiðjan fer í summarfrí 18. juli – 12. august.